Handilstreytir
Verjan av persónsupplýsingum
Hetta skjalið lýsir á hvønn hátt tínar persónligu upplýsingar vera savnaðar, nýttar og deildar, tá tú vitjar ella gjøgnumførir eitt keyp á heimasíduni www.heilsulek.fo.
Les meira: Verja av persónsupplýsingum
Iðranarrættur (fortrydelsesret) er galdandi í 14 dagar frá, at kundin hevur móttikið vøruna. Ynskir tú at angra keypið, skalt tú bera vøruna aftur í sama standi, sum hon var keypt. Um kvittan er við í umbýtingini, kann reiður peningur latast aftur. Er ongin kvittan, verður ein tilgóðarseðil latin. Vit bjóða tó at býta vøruna um til aðra vøru, innan 14 dagar.
Vørurnar skulu sendast til:
Heilsulek, Faktorsvegur 8, 700 Klaksvík
Endurgjaldskrav
Er feilur í vøruni, skalt tú innan fyri rímiliga tíð, eftir at feilurin er funnin, seta teg í samband við Sp/f Heilsulek. Sp/f Heilsulek gevur tær upplýsingar um, hvussu tú skalt gera. Reglur hesum viðvíkjandi eru eftir keypilógini.
Afturtøka og garanti
Vit bjóða 2-ára garanti (trygd fyri keyp) í samsvari við galdandi lóggávu. Er feilur í vøruni, verður hon skift ella umvígd uttan kostnað fyri teg, treytað av, at feilirnir ikki standast av skeivari nýtslu ella skurði.
Um vøran er brotin, ella feilur er í vøruni, hevur kundin rætt til at fáa endurgjald ella at skifta vøruna.
-
Set teg í samband við Heilsulek um feil ella brek í vørunni innan rímiliga tíð eftir móttøku.
-
Send eina mynd av vøruni og feilin til heilsulek@heilsulek.fo.
-
Kundatænastan metir um feilurin liggur undir garanti ella kann loysast við endurgjaldi.
-
Um neyðugt, send vøruna aftur til Heilsulek, Faktorsvegur 8, 700 Klaksvík.
-
Endurgjald verður latið við sama gjaldshátti, sum keypið var gjørt við, innan 14 dagar eftir, at vit hava fingið vøruna aftur.
Gjaldskort, sum verða nýtt við keypi, verða trekt tá vøran verður send til bíleggjaran.
Hesi gjaldskort kunnu nýtast:
-
Dankort
-
Visa
-
Visa-Dankort
-
MasterCard
-
Visa Electron
-
Eisini kann gjaldast við bankaflyting
Allir prísir eru uttan MVG. Samlaða upphæddin verður tídiliga víst áðrenn keypið verður endaliga framt, umframt kostnaður fyri frakt o.a.
Vit bera allar vørur út við Flyta, og vøran verður borin út innan 2 gerandisdagar
Sp/f Heilsulek
Adressa: Faktorsvegur 8, 700 Klaksvík
Heimasíða: www.heilsulek.fo
T-post: heilsulek@heilsulek.fo
Tlf.: +298 269555
V-tal: 674834